Mær kærur sunnudagsskúlin er

Mær kærur sunnudagsskúlin er,
og syngja dámar mær.
Men eitt meg tyngir, og tað er
øll tey, eg sakni har.
Eg vóni, Harrin nýtir meg,
tað er mítt mál og mið.
Eg veit ein song, sum dregur tey,
lurta, og lær hann við.

Far út á gøtur, nýt allar løtur,
við kærleika tú tey vinn.
Sig, hurðin opin stendur,
fá tey at koma inn.
Eymliga tosa, syng so og brosa,
vís teimum kærleikan.
Men hann bert so trúliga á,
lat Harran dýrdina fá.

Um ei í sunnudagsskúla tú
vilt koma, eitt er vist.
Ein dag tú síggja, sanna skalt,
at nógv tú hevur mist.
Um ein dag tú vilt Harran sjá,
so byrja nú í dag.
Kom, hoyr um Jesus, trúgv á hann,
tín sál skal verða glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin