Mær leingist at síggja staðin

Orð: Victor Danielsen
Lag: Knút E. Háberg

1. Mær leingist at síggja staðin,
sum ævigt grundaður er,
mær leingist at síggja dagin,
sum ei mót náttini ber;
men, Harri, enn meir mær leingist
at síggja andlit títt,
av tráan mítt hjarta treingist,
at alt skal verða nýtt!

2. Eg veit væl, staðurin stendur,
tó fjaldur enn fyri mær,
mín sál mót honum sær vendir,
tó eygað enn ei hann sær;
men tá tað, sum nú eg trúgvi,
eg skal við undran sjá,
tá eg í tí staðnum búgvi –
hvør mangan betri tá!

3. Eg veit væl, lívssólin lýsir,
um døkt og dimt er her,
tann trúgv mær leiðina vísir
á hesi troyttandi ferð;
men tó – hvør munur at ganga
í ljósu himmalsku borg
hin æviga dagin langa,
ei kenna sakn, ei sorg!

4. Eg veit tað, Gud, eg skal liva
í ævir eins og tú,
um enn eg ofta má biva
í deyðans landi nú;
men, áh, tú kennir tað, Harri,
hvør djúp mín tráan er
at kenna og vita teg nærri,
enn hjartað dugir her!

5. Tó – kanska ein tungan tíma,
tá sorgin nívir mítt sinn,
tá dagur á fold man skýma,
og tár mær renna á kinn –
eitt ljós skal á himli skyggja,
basúnin siga mær
og mongum, sum tráliga hyggja,
at nú er Jesus nær!

FavoriteLoadingGoym tekstin