Mær leingist at fevna teg grønkandi vár

Orð: S.P. Zachariassen
Lag 1: Knút Olsen
Lag 2: Sámal Petersen

1. Mær leingist at fevna teg, grønkandi vár,
mær leingist hold títt at kína.
Mær leingist at kenna títt fløvandi tár,
ið blómuna vekur og sálini spár:
Nú byrjar brátt sólin at skína!

2. Mær leingist at síggja teg, hitandi sól,
at skína um dalar og líðir,
har sprettandi blómur reiða sær ból
og búgvast har úti við himni til skjól
og prýðast til summarsins tíðir.

3. Mær leingist at síggja teg, fjallanna tind,
sveiptan í dúnmjúka hami,
leggja á havið ta alføgru mynd,
tá sóldrottur stígur um kvøldanna grind –
hin ljósi, hin fríði, hin rami.

4. Mær leingist at lýða á fuglanna ljóð,
tað vekjandi, styrkjandi, blíða;
mær leingist at hoyra tann dandandi sjó
at kvøða við vøgguna summarsins ljóð,
tað eyma, tað mjúka, tað fríða.

5. Mær leingist at liva tann eydn’ríka dag,
tær droymandi summarnætur,
tá sólin hon fær sær so stokkut eitt blað,
og lotið við sínum syrgjandi lag
løttu tárin’ á blómurnar grætur.

FavoriteLoadingGoym tekstin