Mær leingist heim í dýrdarstaðin, har skattir bíða mær

Orð og lag: Ira Forest Stanphill
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: Beyond tomorrow

1. Mær leingist heim í dýrdarstaðin, har skattir bíða mær,
nú skjótt ein morgun,
nú skjótt ein morgun.
Eg veit, at ongar royndir verða og eingi vónbrot har
nú skjótt ein morgun,
nú skjótt ein morgun.

Niðurlag: Nú skjótt ein morgun hvør skuggi horvin er,
nú skjótt ein morgun ei dagur fer.
Úr øllum sorgum
hin ljósa morgun
vit verða loyst og búgva ævigt Gudi hjá.

2. Eg skal um perluportrið stíga hátt yvir Jordans á
nú skjótt ein morgun,
nú skjótt ein morgun,
inn í tað land, har einki ilt nær – við frelstum fegnast tá
nú skjótt ein morgun,
nú skjótt ein morgun.

3. Nú dýrdarbúna, gylta krúnu í Himli eigi eg
nú skjótt ein morgun,
nú skjótt ein morgun.
Tað størsta er at síggja Jesus, sum doyði fyri meg,
nú skjótt ein morgun,
nú skjótt ein morgun.

FavoriteLoadingGoym tekstin