Mær leingist hin staðin at síggja

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 17. mai 2009.

Mær leingist hin staðin at síggja,
tá lívssólin søkkur í kav,
mítt heimland – Jerúsalem nýggja,
sum Jesus í trúnni mær gav.
Eg veit, at eg verdur ei eri
at stíga um paradís grind,
tí blettaðan búni eg beri
av óreinsku, føllum og synd.

Eg líti tó á tína náði,
tá, Jesus, eg komi til tín,
at rættlætisbúnan eg fái,
sum tú hevur vunnið til mín.
Hann synd mína alla kann fjala,
so Gud meg í Kristusi sær
í himli, har ævig er sæla,
tí Guds lambið verdugt víst var!

Nú fækkast nógv vinir á foldum,
mong andlit, ið vóru mær kær,
tey sovandi hvíla í moldum,
– og horvið er heimið, ið var.
Gud, gev, eg tey aftur má síggja,
tá lívssól er sokkin í kav,
í himmalska heimlandi nýggja,
sum Jesus í trúnni mær gav.