Mær leingist til hin signaða dag, tá Jesus koma skal

Orð: Alfred Smith
Lag: I’m longing for the glorious day when Jesus shall come back
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Mær leingist til hin signaða dag, tá Jesus koma skal,
eg síggja skal Hann sum Hann er;
tá øll tey heilagu ígjøgnum øldir kallast heim,
sum tóku móti frelsu her.

Niðurlag: Mær leingist, mær leingist, síggja Hann,
mín Kong og Frelsara og Guð!
Hann skal meg føra heim til landið, Hann mær vann,
har einglar ævigt prísa Guð’.

2. Við hvørt gerst gøtan brøtt og knortlut og hon tykist long,
men Jesus stendur mær við lið,
Hann eymligt teskar orð til mín, so trúgv mín verður sterk,
at Hann á ferðini er við.

3. Hvør undurfull tann stund, tá upp mót skýggjum leiðin ber,
at møta Honum, sum meg vann;
tá sjúka, neyð og tár um allar ævir horvin er,
mín ferðarstav eg leggja kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin