Mær leingist til hitt blíða land

Orð: Óli Reinert

1. Mær leingist til hitt blíða land,
har Harrin Jesus er;
har sundur støkk hvørt trælaband,
sum bindur okkum her;
har kennir eingin sakn og neyð,
tí føðin har er lívsins breyð;
vit syngja hátt um lívið tá
og Guds alvísa ráð.

2. Vit syngja tá um Lambið har,
sum okkum loysti her
við blóðinum, sum heilagt var –
tað Lambið Jesus er;
hann tekur okkum tá í favn
og sigur: Her er hvíldarhavn!
Tí lukku, sum vit kenna tá,
kann eingin siga frá.

3. Og vinir finnast aftur har,
sum skiltust her á fold;
mong sorgarløta tung her var,
tá vinur fór í mold;
men lívsins vón vit eiga tó,
tí Harrin Krist úr grøv upp stóð,
og hvør tann sál, á Jesus trýr,
skal koma, har hann býr.

FavoriteLoadingGoym tekstin