Mær leingist

Nicolina Jacobsen
Orð og lag: Nicolina Jacobsen

Mær leingist, mær leingist at fevna teg,
Mær leingist at teska: Eg elski teg.
Hví fór tú frá mær – kom aftur til mín
Fevn meg og teska: – Eg eri tín

Mær leingist at kína títt fagra hár,
kom aftur og turka av kinni hvørt tár
Bert vit eru saman í álvara og gaman
tá verður alt gott

FavoriteLoadingGoym tekstin