Mær longdist eftir frelsu og søkjandi eg var

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Jeg lenktet etter frelse og søkte overalt

1. Mær longdist eftir frelsu og søkjandi eg var,
hvar fanst væl fyrigeving til mín sum fallin var?
:,:Mín skírnartváttur, ferming við ei bar mær frelsu, frið,
og prestsins deyða lærusmíð mær lívleyst fór framvið.:,:

2. Hvat skuldi eg væl trúgva og hvagar venda mær?
Eg hoyrdi sálmasang og bøn so innantóm og fjar!
:,:Hvør samkoma av navni mær var eitt eiti bert,
og teirra góða byrjan í dag eins lítið vert!:,:

3. Eitt andsleyst evangelium eg einans hoyra fekk,
tess meir á tað eg lýddi bert afturá tað gekk.
:,:Hvat hjálpa tár og lyfti, eitt grátkvalt “Faðir-Vár”,
fordøming, krøv og ivi bert øktu hjartans sár.:,:

4. Men tá ið eg mær vendi frá mannaboðan burt
Guðs frið í sál eg kendi, sum Hann mær vann so dýrt;
:,:og Jesu Kristi armar meg bóru fram á mál,
Hans kærleiki meg fyllir til likams, anda, sál.:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin