Mær nýtst Jesus

Orð og lag: George O. Webster
Týtt: Victor Danielsen

1. Mær nýtst Jesus!
Ta trongd viðgangi eg;
ei slíkan vin
eg fann á myrkum veg.
Mær nýtst Jesus!
Ta trongd eg dylji ei;
lat onnur velja sína leið,
men mær nýtst Jesus!

Niðurlag:
Mær nýtst Jesus,
mær nýtst Jesus!
Mær nýtst Jesus hvønn ein dag,
bæði tá ið sólskin er,
og tá náttin ræðslu ber,
hvønn ein dag
á hvørjum stað –
ja, mær nýtst Jesus!

2. Mær nýtst Jesus!
Mær nýtst ein vin sum hann,
ið gjøgnum storm
og grunnbrot frelsa kann;
mær nýtst Jesus,
tá álop Satan ger;
aleina, tap í hondum er,
so mær nýtst Jesus.

3. Mær nýtst Jesus
til lívsins síðstu stund;
hann fekk mítt ja
úr hjartans djúpu grund.
Mær nýtst Jesus!
Eg aldri, aldri fann
so trúgvan, eyman vin sum hann –
ja, mær nýtst Jesus!

FavoriteLoadingGoym tekstin