Mær, sanni faðir, veiti

Orð: Jóannes Patursson

1. Mær, sanni faðir, veiti
nú styrk at tæna tær;
hoyr meg, eg á teg heiti:
tú altíð ver hjá mær
á sjógv og landi við;
stýr mær við tínum hondum,
leið meg við kærleiksbondum,
statt tú hjá míni lið.

2. Um tú vilt hjá mær vera,
hvør kann tá skaða meg?
Hvør kann mær óhapp gera,
tá ið eg elski teg?
Mítt álit standa skal
til tín, mín Guð, aleina,
so vilt tú vegin beina
og føra meg so væl.

3. So fróur vil eg halda
nú út á hesa ferð;
tú yvir mær vilt valda,
sum best mær sjálvum er.
Væl føri tú meg út
og aftur heim til landa,
lat ódnir mær ei granda,
styrk meg í sorg og sút.

FavoriteLoadingGoym tekstin