Mær stundum er myrkrið so svart

Orð: Erastus Johnson
Lag: William G. Fisher
Týtt: Jóhan við Neyst
Upprunaheiti: The rock that is higher than I

1. Mær stundum er myrkrið so svart,
og ósløtt er lívsleiðin her,
mong sorgin kann sláa so hart,
og mangan er vandi á ferð.

Niðurlag: Til klettin meg leið tá so trygt,
til tann klett, ið er hægri enn eg.
Til klettin meg leið tá so trygt,
til tann klett, ið er hægri enn eg.

2. Mær stundum alt tykist so fjart,
og mótgangur møddan meg ger.
Her syndin kann skjótt gera bart,
bert kletturin verja mín er.

3. Nær klettinum halt meg hvørt stig,
tá stormurin ýlir mót mær,
tí skjótt er at fara á glið,
og gøtan er brøtt víða hvar.

FavoriteLoadingGoym tekstin