Mær tørvar altíð teg

Robert LowryVictor Danielsen
Orð: Annie S. Hawks
Lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Mær tørvar altíð teg,
áh, Jesus, Harri mín!
Mær geva frið og hvíld
kann eina røddin tín.

Niðurlag: Eg treingi, treingi til tín,
treingi altíð til tín;
áh, signa meg nú, Harri,
eg komi til tín!

2. Mær tørvar altíð teg,
áh, Harri, ver hjá mær!
Hvør freisting missir mátt,
um eina tú ert nær.

3. Mær tørvar altíð teg,
í gleði og í sorg;
kom, tak meg tætt at tær,
mín skjøldur og mín borg!

4. Mær tørvar altíð teg;
tín vilja lat meg sjá,
og virka hann í mær,
meg fremja lat títt ráð!

5. Mær tørvar altíð teg;
Guds heilagi, gev mær
at kenna betur teg
og betur takka tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin