Mær tørvar biðja meir

Orð: Herbert Brander
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Mær tørvar biðja meir, tí einans bønin
kann bjarga hesi syndafullu verð;
ja, eg av hjarta, sál má fasta, biðja
so náðarinnar kraft meg reinan ger.

Niðurlag: Mær tørvar biðja meir, ja, eg má elska meir,
og eg má líta meir á Guð, sum sigur ber.

2. Eg kærleik’ sýna má, tí fólkið líður,
av fráfall’ ferst ein vilst og friðleys verð.
Men einans kærleiki kann stilla stríðið,
og veita hjálp har neyðin svárast er.

3. Ja, eg má líta meir á Harrans lyfti,
tí einans Lívsins Orð kann veita frið.
Um himmalin enn rivnar, jørðin skrædnar
hjá Honum trygt mín sál tó eigur frið.

FavoriteLoadingGoym tekstin