Magnus Heinason

Orð: Frederik Barfod
Lag: Vísulag (Thi nu stander strid)
Týttt úr donskum: Símun av Skarði

1. Og tað var Magnus Heinason,
eitt reystmenni hann var,
um bylgjan breyt um stevni hátt,
hann skjøldin sín væl bar.

Og nú siglir hann, Magnus,
yvir havið!

2. Og tað var Magnus Heinason,
eitt reystmenni at sjá;
í føroyskum búna djarvur var
sum kempa í brynju blá.

3. Og tað var Magnus Heinason
við blíðum eygnabrá;
men møttu honum ránsmenn frekir,
var hann grimur at sjá.

4. Og gekk hann fram á skipabunka,
eldur úr svøri reyk;
tá høgdi hann á ránsmans háls,
so høvur av herðum feyk.

5. Og minnist á Magnus Heinason
so víða um Føroya sker;
hvør tindur og hvørt andnes bratt
hans minnisvarði er.

6. Í hjørtum livir minnið um hann,
enn gongur um hann orð,
og áðrenn hann í Føroyum doyr,
munnu klettar fara í sor! –

7. – Men hygg har oman á Gamlatorg!
Har er óført fólk,
alt tysur um ein høggustabba
saman í ein bólk.

8. Har eru menn og konur við
og børn av kulda bleik; –
hví hyggja øll at reyða stabba
sum á sorgarleik?

9. – Og tað var Magnus Heinason,
sín bana har hann neyt;
tann edilingur misti lív,
so blóð á stabba fleyt.

10. Hann var ov stórur, var ov høgur
fyri miðalmenn!
Tí vípan hatar kongaørn,
sum fyrr hon ger tað enn.

11. Og høvur hans á reyða stabba
høgdu níðingar av;
teir hugsaðu, grøvin skuldi verða
kempuni gloymskunnar hav.

12. Og eikin følnar, maður doyr,
men aldri doyr minni mans;
og Magnus Heinason livir enn
og avreksverkini hans.

13. Og hygg um Føroyar víða hvar,
á sund og bygdarlag,
og hvar er so tað ránsmanslið,
sum rændi góðs og fæ?

14. Og hygg um Føroyar víða hvar,
har líðin stendur breið;
hvar finnur tú kvinnu ella mann,
sum minnist á Magnus ei?

Og nú siglir hann, Magnus,
yvir havið!

FavoriteLoadingGoym tekstin