Maistjørnan

Orð: Halldór Laxness
Lag: Jón Ásgeirsson
Týtt: Sigurð Joensen

1. O mín lættgongda stjørna,
o mín trá eftir tær,
enn vil snerta í glugga,
tá ið sól ikki sær,
lat tó vindin so ýla,
bara stjørnan er nær,
og nú komin er stjørna,
sum er stjørnan hjá mær.

2. Tað er kreppa í landi,
tað er stríð, ikki sátt,
hvør er turvtari nú?
hvør er veitari brátt?
tað, sum eg fái skamtað
er fátækt og smátt
uttan vársólarvón,
mína megi og mátt.

3. Men í kvøld lýkur vetur
hins vinnandi mans,
og í morgin skín maisól,
henda maisól er hans,
henda maisól er sól
okkar felagabands,
tí skal merkið í húnar
okkar framtíðarlands.

FavoriteLoadingGoym tekstin