Málningur yrkjarans

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Hanus G. Johansen

Tú vilt hava sólarmagn ljós og lýggjan vind
Tú vilt mála havið blátt á tíni summarmynd
Tú leitar eftir grønum til dalar og til fjøll
Og málar so við gulum sóljuskrýddan vøll

Tú teknar vakran ungling hesa kvøldarstund
Og eina unga gentu sum dansar løtt í lund
Tú teknar síðan børnini áarløk og heim
Og eisini nakrar fuglar ið sveima yvir teim

Tú vakurleika málar
Har náttúran dálkað er
Tú yrkir um kærleika
Sum ikki finnist her
Tín sangur er til deyvstumm
Tín málningur til blind
Títt lív er sum ein yrking
Títt lív er sum ein mynd

Tú yrkja vilt um tokuna regn og kavaæl
Og kvøða so at dansurin í vetur gongur væl
Leggja við í eldin tá stovan kennist køld
Kveikja lív og vónir tey myrku vetrarkvøld

Tú yrkja vilt um menniskju sum liva heyst og vár
Mála allar árstíðir og skriva tíni ár
Brenna teg av sólini kyssa regnið vátt
Lita morgunroðan og yrkja út á nátt

Tú vakurleika málar
Har náttúran dálkað er
Tú yrkir um kærleika
Sum ikki finnist her
Tín sangur er til deyvstumm
Tín málningur til blind
Títt lív er sum ein yrking
Títt lív er sum ein mynd

FavoriteLoadingGoym tekstin