Málningur

Orð: Ova
Lag: Terji Messell og Ova

ein kvøldartúr
eftir gøtunum hjá tær
trø tíni eru vakin enn
eg leggi meg eisini
og hyggi niður av

tú: ein málningur
ið nógvir litir er’ í
og altíð leggur tokan seg í títt hár
skipini leggja seg inn til tín í ár
tínum hári
gjøgnum árið

tú fossar avstað
og ger allar steinar vátar
sveittin fær grønan mosa fram
tú sendir mær fuglar
teir flúgva inn

vit turka hendur á steini
vit brúka stein sum kodda
tú ert inni sum úti
eg síggi teg bert úti
hevði eg bara átt
ein av tínum:
vøkstrum
litum
kenslum
støddum

nú kemur tú
og gjøgnumbloytir meg
tunga mín smakkar onki salt
tí við berjandi litum
ert tú livandi

FavoriteLoadingGoym tekstin