Mamma, góða mamma, sum eg elski teg

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Mamma, góða mamma, sum eg elski teg;
aldri nakar annar betur skilti meg!
Tú kanst birta gleði, tú kanst turka tár,
lívsins fløkjur greiða, linna lívsins sár.

2. Aldri kann eg gloyma eygnabráið títt,
og ta mildu rødd, sum bloytir hjarta mítt!
Tú lærdi meg at biðja, tú leiddi meg til trúgv,
og við bøn tú bygdi mær til Himmals brúgv.

3. Um eg vildi sagt tær hjartans djypstu takk,
eg tað megni ikki, orð ei til tess rakk!
Mína hjartans hugsan skilir tú so væl,
heimsins besta mamma eg teg nevna skal.

4. Tá tín sól er sett og ferðin endað her
enn so livandi tó fyri mær tú er.
Allar tínar bønir, tíni álvarsorð
hjálpa mær at stíga trygt í Jesu spor.

FavoriteLoadingGoym tekstin