Mamma mín

Orð: Harry Birtilíð
Lag: Águst Pétursson

1. Góða mamma, tú íð lívið gav mær,
aftur koma barndómsdagar ei,
men tey ljósu minni, eg fekk frá tær
vilja lýsa mær á lívsins leið.

2. Mangar mammur syrgnar heima sita
tí ein sonur gloymdi burtur tær.
Men mín góða mamma tú skalt vita,
at tú stendur hjarta mínum nær.

3. Meðan tú enn livir, vil eg veita
hesa hjartans heitu tøkk til tín,
og av sonnum skalt tú altíð eita:
Heimsins besta mamma, mamma mín.

4. Tá tú burt ert farin, vil tín andi
høgt av himli fylgja míni ferð,
hvar eg sigli, gangi ella standi,
veit eg, tú við mína síðu er.

5. Tá ið lívsins stormar á meg herja
og eg óttafullur standi her,
veit eg, tú við bønum meg vilt verja
– móðireygað vekjur yvir mær

FavoriteLoadingGoym tekstin