Mánaðarsangurin

Januar byrjar árið – hann er fyrstur
Tá er sera kalt og mangan frystir.
Februar vit øll mugu geva gætur
at hann er stuttur – er bert fáar nætur

Fýra vakrar árstíðir njóta vit hvørt ár:
Eitt summar og eitt heyst
– ein vetur og eitt vár

Mars kann mangan vera sera kaldur
men tó vit kunna síggja okkurt tjaldur.
Í apríl tá tiðnar sjálvt á tindum.
Tá kemur vár vi ljós’ og lýggjum vindum.

Í mai er ljóst, tá byrjar alt at næla.
Vit síggja smálomb hugna sær og spæla.
Í juni vitja fleiri summargestir
– í øllum reiðrum fyri nevi brestur.

Í juli skínur sólin oman niðan.
Tá fara vit øll somul glað í hagan.
August kann vera frískur og so lættur,
og tá fara vit í skúla aftur.

September hann kann vera sera fagur.
Tá kemur heystið, og tá styttist dagur.
Í oktober ermar vit upp bretta,
tá ganga vit øll fjøllini og fletta.

Í november taka vit fram sleður,
tá kemur kavi, og tá er tað vetur.
Í desember – eta gás og dunnu,
tí tá eru jól, men eisini árið runnið.

Fýra vakrar árstíðir njóta vit hvørt ár:
Eitt summar og eitt heyst
– ein vetur og eitt vár

FavoriteLoadingGoym tekstin