Mánalýsið gylt

Martin JoensenMartin Joensen
Orð: Martin Joensen
Lag: Magnus Johannesen

Mánalýsið gylt – kyssir kinn og hár,
nú náttin hon nærkast
og Havnin skal leggja seg.
Mánin veit, eg elski teg
so innarligt,
júst sum hann,
– tað veit hann væl!

Vágin glitrar still, durvar dovislig
og Tinganes tyngist,
nú klokkan er nærum nógv.
Vágin veit, eg elski teg
so innarligt,
júst sum hon,
– tað veit hon væl!

Hygg, sært tú mjørkan leita sær upp hús,
og luftin er reyðagull …?

Skansin skimast runt – heldur vakt í kvøld.
Hann ansar væl eftir,
at einki tær henda skal.
Skansin veit, eg elski teg
so innarligt,
júst sum hann,
– tað veit hann væl!

Havnin steðgar á, – mann hon hoyra teg?
Og kennur hon lagið,
tú kvøður so kært fyri mær?
Hoyr, suðan og tutlan i Havn,
øll mutla nú í náttini títt navn:
Mánin, sum sær á Havnarvág,
skansin, sum passar væl uppá.
Tinganes hoyrist teska:
Áh, tú ert tað fittasta, eg sá!

FavoriteLoadingGoym tekstin