So mangan hesir heimsins gyltu lutir

Aage Samuelsen
Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer

1. So mangan hesir heimsins gyltu lutir,
tey frelstu draga vilja í sítt garn;
men takk, at Jesus loysir út úr snarum,
í tøkum tíma fríar Hann Sítt barn!

Niðurlag: Tað er so trygt og gott við Jesu síðu,
Hans hond mær heldur hvørja tíð og stund.
Hann stríðir fyri meg í mínum stríði,
mítt lív er bygt á blóðsins tryggu grund.

2. Tá trupult menniskju mær gera lívið,
við lóg í hond meg noyða gera bót,
tá vísi eg til Orðið, sum er skrivað:
Tá Guð er við, hvør kann tá vera mót?

3. Tá tungu skuggar ivans á meg falla
av sál og hjarta líti eg á Hann,
sum skjótt til Dýrdina skal heim meg kalla;
øll prís til Tín, Guðs Lamb, mær frelsu vann.

FavoriteLoadingGoym tekstin