Mangan í stillastu skýmingarstundum

Orð: Lina Sandell
Lag: Claes Wilhelm Rendahl
Týtt: Petur William Háberg

1. Mangan í stillastu skýmingarstundum
merkir tú Harran tjaldinum nær,
hoyrir hans rødd so trúfasta, eyma
granskandi spyrja: Elskar tú meg?

2. Elskar tú heimsins glitrandi gleði,
elskar tú jarðar jagstrandi lyst?
Tá kanst tú ikki kærleik mín kenna
ella meg elska, sum eg vildi ynskt.

3. Elskar tú hálu heiðursins hæddir,
tráar tú ríkdóm, ræði at ná?
Tá kanst tú ikki elska hins eyma
eyðmjúka Jesu krubbu og kross!

4. Elskar tú tímans flýggjandi tómleik,
grevur í grúsi, væntar tær gull?
Tá er hin eina perlanna perla
enn ikki vorðin dýrmett hjá tær!

5. Hugsa, hvat Harrin gjørdi og ger tær,
minst, hvat hann lýðin leið fyri teg!
Hygg, hvar hann fer frá krubbu til krossin,
einsamur, eina, leið fyri teg!

6. Áh, vilt tú ikki honum nú geva
hjarta tíns kærleik, óskerdan, fult?
Vilt tú ei fylgja hansara sporum,
kross hans í tolni taka á teg?

FavoriteLoadingGoym tekstin