Mangan koma royndartíðir

Orð og lag: Mosie Lister
Týtt: Ingolf Rasmussen
Upprunaheiti: His grace is sufficient for me

1. Mangan koma royndartíðir,
sum eg ferðist dag um dag,
skjótt kann gleðisongur gerast
til eitt tungligt sorgarlag,
men ein tryggleika eg eigi:
Harrin varðar mína sál,
og hjá honum er kraft, sum ber á mál.

Niðurlag: Ja, Guds náði er ómáld og frí,
kærleiksflóð hans er botnleys og víð.
Og nú gleðist mín sál, tí eg veit, tí eg veit,
at Guds náði er ómáld og frí.

2. Tá ið freistingar meg herja,
og eg veikan kenni meg,
nígi eg í bøn til Jesus,
hann meg ber á verndarveg,
broytir máttloysi til sigur,
allur ivi fer avstað,
tí hjá honum er vón til hvønn ein dag.

FavoriteLoadingGoym tekstin