Mangan møtt eg havi náði Guðs

Orð: B. E. Warren
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Mangan møtt eg havi náði Guðs
og sæð Hans trúfesti;
eg fekk lut í Jesu dýrd og kraft,
– fyri meg óskiljandi!

Niðurlag: Mær varð givin undurfull og :,:himmalsk gleði,:,:
mær varð givin undurfull og himmalsk gleði,
men tað besta bíðar mær tó enn!

2. Funnið havi tað eg fyrr ei fann,
Himmalsk gleði fyllir meg!
Í Hans blóði varð eg reinsaður,
á, hvør náði fyri meg!

3. Nú eg eigi sanna gleði, frið
síðan Jesus frelsti meg;
sum ein keldustreymur reinsandi
flýtur náðin gjøgnum meg.

4. Og Guðs Orð mær gevur lyfti um,
at Hann koma aftur skal;
tá eg Harran Jesus síggja skal,
og mín sál skal syngja sæl:

FavoriteLoadingGoym tekstin