Mangan last tú søguna um hin kross

Orð: Thomas Dennis
Týtt: Victor Danielsen

1. Mangan last tú søguna um hin kross,
har Jesus deyðan fann;
har tín skuld varð rindað av blóðinum,
úr síðuni særdu rann!

Niðurlag: Mangt hjarta er brostið í stríðnum her,
mong sorgin kann níva fast!
Men Jesusar hjarta ta einu ferð
í tín stað og mín stað brast!

2. Mangan last tú við um hin tornakrans,
Hans heilaga høvur bar;
at Hann bað Sín Guð fyrigeva teim,
ið negldu Hann fastan har!

3. Og tú last, Hann frelsti ein ránsmann har,
sum leið fyri gerning sín.
Hann hugdi á Jesus í deyðans stund
og segði bert: Minst til mín!

4. Ja, tú last, Hann hugdi til Himmals upp
og rópti: Alt er gjørt!
Kanst tú siga: Takk, Harri, deyði Tín
til Lívið meg hevur ført?