Mangan last tú søguna um tann kross

Orð og lag: Thomas Dennis
Týtt: Victor Danielsen

1. Mangan last tú søguna um tann kross,
har Jesus deyðan fann,
har tín skuld varð rindað av blóðinum,
úr síðuni særdu rann.

Niðurlag: Mangt hjarta er brostið í stríðnum her,
mong sorgin kann níva fast,
men Jesusar hjarta ta einu ferð
í tín stað og mín stað brast.

2. Mangan last tú við um tann tornakrans,
hans heilaga høvur bar!
at hann bað sín Gud fyrigeva teim,
ið negldu hann fastan har.

3. Og tú last, hann frelsti ein ránsmann har,
sum leið fyri gerning sín;
hann hugdi á Jesus í deyðans stund
og segði bert: Minst til mín!

4. Ja, tú last, hann hugdi til Himmals upp
og segði: Alt er gjørt!
Kanst tú siga: Takk, Harri! Deyði tín
til lívið meg hevur ført!

FavoriteLoadingGoym tekstin