Mangan tú undrast, hví tárini renna stríð

Orð og lag: Gordon Jensen
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Tears are a language God understands

1. Mangan tú undrast, hví
tárini renna stríð,
og byrðin kennist tyngri, enn tú megna man!
Men Gud tær stendur nær,
hvørt tár hann falla sær,
– tár er eitt mál, ið Gud skilja kann!

Niðurlag: Gud sær hvørt tár frá tí hjartabrotnu sál,
hann hoyrir tey, hann skilir teirra mál!
Gud rørdur hjálpir tá,
tú kallar navn hans á
– tár er eitt mál, ið Gud skilja kann!

2. Tá sorgin nívir fast
og tár á eyga sæst
– og eydnuna, tú droymdi um, tú ikki fann,
tá Gud ei gloymir teg,
men ger ein gongdan veg
– tár er eitt mál, ið Gud skilja kann.

FavoriteLoadingGoym tekstin