Mangan undrað tað meg hevur

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Skjótt í skýggini Hann kemur
Viðmerking: Yrktur í 1989.

1. Mangan undrað tað meg hevur hvussu tað kann bera til
at so brennandi og órædd systkin kær
viku av tí Smala Vegi og í hjartað sluppu inn
tað, sum teimum áður stór ein andstygd var!

Niðurlag: Hetta rópar upp til skýggja!
Harrin slíkt man syrgin síggja,
biður teg frá hesum flýggja;
tá skal dagur tín sum sólin rísa upp!

2. Nú eg síggi mong, sum áður brendu fyri Kristi sak,
og um Kristi læru íðin hildu vakt,
men nú rætta blindum, vilstum brøðrum flógva bróðurhond,
Andans svørð við teirra føtur hava lagt!

3. Tú, sum einaferð vart frelstur og til Harran gav títt lív,
vildi fylgja Honum yvir lond og høv,
men tú vildi ikki ganga vegin, Jesus sjálvur gekk,
søktur vildi verða ei í dópsins grøv!

4. Tú, sum vitnaði um Harran og í Honum frøddi teg,
hevur tú sum Demas øllum sagt farvæl,
tí at tú fekst heimin kæran og við Judas fór tín veg?
Á, hvønn dapran enda sál tín fáa skal!

5. Vei, tær veri, tú, sum vandin mýggjabitan sílar frá,
men kamelin gloypir uttan fyrilit!
Vei, tær veri, sum so mangan fyri Bá’al her boygdi knø,
– reis teg og við Kora’s dyr ei longur sit!

6. Tú, sum føddur ert av nýggjum gjøgnum Anda, vatn og blóð,
sum Elias móti Bá’els profetum fer,
stígur upp mót fráfalsandum og á Karmel fastur stóð,
tú skalt vita, at Guðs Andi í tær er!

Niðurlag: Hetta rópar upp til skýggja!
Harrin slíkt man fegin síggja,
at tú Bá’el ei fall til knýggja,
tí skal dagur tín sum sólin rísa upp!