So mangan vit tað mega sanna

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 3. november 2007.

So mangan vit tað mega sanna,
at trúgv vár er so neyðarslig;
ja, ikki minst, tá ið vit kanna,
um hon nú finst í okkum við?
Og mangt, sum er í hesi verð,
ein hóttan móti trúnni er.

“Eg trúgvi; hjálp tú vantrúgv míni!”
Hvør kennir ikki hesa neyð?
tá menniskjan í leitan síni
ei finnur føði, sálarbreyð,
og vantrúgv tekur í oss búgv,
– tá, Harri, gev oss meiri trúgv!

Ei verd vit eru, Harri kæri,
at koma bert í nánd av tær!
Í okkum alt er illa farið,
hvønn óndan tanka tú væl sær.
Tí er ei lætt at líta á
tín endaleysa kærleika!

Hjálp mær tí, Gud, í trúgv at stríða.
Ta lítlu trúgv tú vraki ei;
hon vaksi, meðan dagar líða,
hon livi, tá ið endar skeið.
Av náði bert – eg veit tað væl,
um heimland mítt eg náa skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin