Mangar kvinnur í huganum stirdar

Orð: Rasmus Christoffer Effersøe
Lag: Norskt fólkalag

1. Mangar kvinnur í huganum stirdar,
eiga ognir og búgva í borg;
teirra gávur í gler eru hirdar,
tí at hjartað tað tyngist av sorg;
á hvørjum degi
sakna tær gleði,
kenna ei kærleikans megi.

2. Meðan seyður kann kódna í fonnum,
meðan neyt leggjast avvelt í gil,
hvør ein kvinna fær eydnu av sonnum,
sum kann eiga tann sveinin, hon vil;
dagur frá degi
líður í gleði,
kærleiki hevur ta megi.

3. Um so búgvið alt oyðist av eldi,
og um skriðan við teiginum fer,
um so stormurin herskar við veldi,
tað ei hjúnunum skilnarsótt ber:
á hvørjum degi
eiga tey gleði,
styrkjast av kærleikans megi.

FavoriteLoadingGoym tekstin