Mangastaðni mong ein sál er í ótta og í neyð

Orð og lag: Rachel Guiley Alfors
Týtt: Øssur Berghamar
Upprunaheiti: No man careth for my soul

1. Mangastaðni mong ein sál er í ótta og í neyð,
full av angist, uttan Gud og uttan vón.
Teirra andlit merkt av sorg, eftir lætta suffa tey,
teirra hjørtu myrk, og blindað teirra sjón.

Niðurlag: „Eingin brýggjar seg um meg“ – milliónir gráta,
„eingin brýggjar seg um meg“, hoyr teirra neyð!
Vilt tú víga lív títt heilt at bera orðið
um tín Frelsara, sum fegin frelsir tey?

2. Neyðar sálir úti har dríva friðleysar avstað,
tey tilbiðja sínar gudar – uttan svar.
Kunnu vit bert hyggja at, meðan mong ein sál í dag
fer í ævinleikan, uttan hjálp hon fær.

3. Jesus, hjálp mær stund um stund, at eg lýðin vera man,
ei meg undan bera, tá tú kallar meg,
men við tínum kærleika dýrum sálum siga kann:
Miss ei mótið, Jesus brýggjar seg um teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin