Mangir bústaðir í Faðirs húsi eru

Orð og lag: Aileene Hanks
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: In my Father’s house are many mansions

1. Mangir bústaðir í Faðirs húsi eru,
Harrin Jesus sjálvur hevur sagt mær tað.
Hann er farin heim í dýrdina at vera,
har tilreiðir mær ein sælan tilhaldsstað.

Niðurlag: Vraka ei ta náði, Frelsarin tær bjóðar,
saknast ei, har gleðisongur ævigt ljóðar.
Mangir bústaðir í Faðirs húsi eru,
trýrt tú á Guds Son, tær ognast henda stað.

2. Jesus doyði undir míni synd og sorgum,
leið sjálvvilliga at bjarga tær og mær,
og eg veit, brátt rennur upp ein bjartur morgun,
tá ið eingin sorg og eingin deyði slær.

3. Hava vinir svikið, og tú stendur eina,
lívið tykist møtimikið, myrkt og kalt,
fær til Jesus tá, hann leiðina skal beina,
nýggjar vinir og nýtt lív tú fáa skalt.

FavoriteLoadingGoym tekstin