So mangt í verð man neyðugt vera

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 07.07.07.

So mangt í verð man neyðugt vera
at fáa gjørt hvønn lívsins dag.
Tey flestu hava úr at gera
og skunda sær sum fok av stað
at vinna pening, miklan eyð
til hús og heim og dagligt breyð.

Sum Marta eru nú á døgum
so mong, ið stríðast dag og nátt.
Har eru fólk av øllum sløgum,
tey náa ei um Harrans gátt.
Tí arbeið bert alt lívið var,
til klokkan síðsta slagið slær.

Maria var ein onnur kvinna,
ið ikki hevði miklan skund,
við Jesu lið vit hana finna,
hon leitað hevði á hans fund.
Har sat hon still og lýddi á
tað, Jesus henni segði frá.

Við hana Jesus Kristus segði,
at eitt var neyðugt her í verð,
hin góða lutin valt hon hevði,
sum aldri burt frá henni fer.
Hjá mær og tær tað roynist best
at hava Jesus Krist sum gest.

Hjálp okkum, Harri, tí at minnast
at hava teg við vára lið,
tá ið várt lívsverk skal útinnast,
og tá vit søkja sálarfrið.
Í trúnni vit av náði tá
varðveita gripin Himni á.

FavoriteLoadingGoym tekstin