Mangt og hvat ófatandi mítt eyga sá

Orð og lag: Howard Davies
Týtt úr donskum: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Mange er de ting, som jeg ej kan forstå

1. Mangt og hvat ófatandi mítt eyga sá,
ja, mangt undursamt um heyg og hól.
Men tað undurverdasta, eg grundi á,
er Guds kærleiksflóð og náðisól.

Niðurlag: Hægri upp enn stjørnufjøldir seta spor,
fjarari enn markið millum suður, norð,
vellir fram Guds makaleysa náði góð,
undurfulla kærleiksflóð.

2. Tá til Jesus mína synd og skomm eg bar,
fyri honum kærdi mína neyð,
setti á hann álit mítt, júst sum eg var,
syndabót og kraft hans náði beyð.

3. Kristi stóra kærleika eg fati ei,
hann til fulnar aldri lýsast kann.
Jesus steig av Himli og gekk krossins leið,
vinur mín og frelsari er hann.

FavoriteLoadingGoym tekstin