So mangur her á fold vil hirði verða

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 23. september 2008.

So mangur her á fold vil hirði verða
og seg í mannaeygum miklan gera.
Men hirðar valdast, tú mást vera varin,
tí annars kanst tú verða illa farin.

Her vilja úlvar Harrans fylgi ræna
og leigusveinar verða tí at bana.
Tí ræður um at biðja og at vaka,
so leigusveinur onga sál skal saka.

Men her í heimi ferðast hirði góði,
sum keypti oss við sínum offurblóði.
Hann fegin okkum verja vil og leiða
til himna heim, har vit ein bústað eiga.

Tað er bert Jesus, vinur vár vil vera,
sum okkum elskar, byrðarnar vil bera.
Í fylgi hans ei villast vit á vegi,
tí oss við lið hann er á hvørjum degi.

Vit kenna hirðans rødd í hesum heimi,
ver henni lýðin, sál, í sorg og gleimi.
Og einaferð, tá allar røddir tagna,
skal hirðans rødd oss vekja upp til fagnað.

FavoriteLoadingGoym tekstin