Mangur fellir sorgartár

Orð: Óli Reinert
Lag: James McGranahan

1. Mangur fellir sorgartár
yvir tungu lagnu her;
Jesus grøðir suff og sár,
tá í trúgv ein til hann fer.

Niðurlag:
Eg nú bíði eftir tær,
tá tú tekur meg til tín;
hetta er lívsmegin mín,
at tú kemur eftir mær.

2. Tú gavst sakn, sum sálin ber –
tá hon betur finnur teg;
Jesus, kom og hjá mær ver!
Einki minni uggar meg.

3. Jesus, ver tú hjá mær nú,
lætt um hjartasaknin mín!
Tað kann eingin uttan tú,
tí eg komi nú til tín.

4. Verðin kann ei metta meg,
sál mín djúpan saknin ber;
sál, í Gudi gleð tú teg –
Jesus skjótt nú komin er!

FavoriteLoadingGoym tekstin