Mangur fór mætur av landi út

Janus Djurhuus
Orð: Janus Djurhuus
Lag: Kvæðalag (Upp at stríðast, skortlandsmenn)

1. Mangur fór mætur av landi út,
søkti í landsynning;
fedrar várir í forðum allan
leitaðu knøttin kring.

2. Fáur flutti heim gyltan fong,
– teir tykjast fækka í hvørjum –
falkar og ørnir flúgva ei nógv,
mest havhestur flýgur í Føroyum.

3. Einstakir royndu ørnaleið,
fjart frá matfuglameingi –
eg kvøði um tann dýra drong,
ið feigdina bar undir veingi.

4. Íðin hann dvaldist í rúnarhøllum,
vígdur av Óðins brosi,
til at vera har aðalkorn,
hvar mest var av dumbu og bosi.

5. Til at granska ta fornu øld:
teir bardust á Klontarfs heiðum –
framskygdur kallur í Føroyum sá,
hvussu blóð fleyt á írskum teigum.

6. Til at granska ta fornu øld
bæði við spekt og yndi, –
hann ferðaðist um øll vættralond,
hann kertur fyri teim kyndi.

7. Til at granska ta fornu øld,
um Frakland og Bretland var skolvið –
eygleiddi hann ta herferð miklu,
ið stýrd var av Gongu-Rólvi.

8. Jallaborgir í Vesturoy
duttu í sorl og dunga –
kvað fyri honum úr brotunum
um veldi sítt norrøna tunga.

9. Dvørgar og vættrar um Vesturlond
væl goymdu, tá víkingar skírdu
heyggjar og gil og dalar og fjøll;
hvønn tanga, hvar knørrir teir stýrdu.

10. Forneskir samsýntu honum tey skjøl,
har norrøna ríðin stóð ritað,
rak hann burt myrkur við kámum rúnum
og tendraði søguvita.

11. Tað fanst á øllum brøgdum hans,
at Óðin hevði hann kosið
til at vera har aðalkorn,
hvar gilt var av dumbu og bosi.

12. Tað sást á øllum brøgdunum,
hann vígdist av Óðins brosi:
húsaði hann bæði jøklasnjó
og neistar úr Heklugosi.

13. Brynjaður bjóst hann til landa heim
at byggja upp Føroyavirki –
feigdin við síni køldu hond
brátt køvdi tá vit og styrki.

14. Fluttur til jarðar í danska mold –
tá tóktist dagur at halla –
heim brá sær hamur sum falkur at sjá
– hann vakir á tindum fjalla.

FavoriteLoadingGoym tekstin