So mangur spyr: Er hjálp at fá

Orð: Sigurbjörn Einarsson
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 2006.

1. So mangur spyr: Er hjálp at fá?
og hvar er dagur, ljós at sjá?
Um hjartað missir burtur seg,
hvør bjargar mær, hvør kennir veg?
Tú hoyrir svar, um lurtar tú
av hjartans trongd, í barnsins trú,
tí Jesus Kristus kennir teg,
og tú ert hans, hann gav tær seg.

2. So mangur særdur, meiddur spyr
við myrkurs sund og læstar dyr.
Men lurta nú, tú hoyrir svar,
og heilag miskunn sigur tær.
Tú hoyrir svar, um lurtar tú
av hjartans trongd, í barnsins trú,
tí Jesus Kristus kennir teg,
og tú ert hans, hann gav tær seg.

3. Ja, Kristus sigur: Kom til mín,
eg kom til foldar júst til tín
at grøða teg og lýsa tær
til lívs og sigurs: Fylg tú mær.
Tú hoyrir svar, um lurtar tú
av hjartans trongd, í barnsins trú,
tí Jesus Kristus kennir teg,
og tú ert hans, hann gav tær seg.