Mangur spyr um kós og stavnhald

Martin Alfsen
Orð og lag: Martin Alfsen
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Det er ditt ord

1. Mangur spyr um kós og stavnhald,
spyr um endamál við lívsins ferð.
Mangur saknar trúgv og meining,
undrast á, hvønn veg tað ber.

Niðurlag: Tað er títt orð, sum er svarið,
hvønn dag leiðvísi mín.
Tað er títt orð, ið er vónarkelda mín,
um tað, tú fyri meg gjørdi,
tá tú krossdeyðan leið,
um sigurssangin, at tú av deyða steig,
tað er títt orð.

2. Lívsins orð um kós og stavnhald,
lívsins orð um mið og mál,
lívsins orð um trúgv og meining,
orð um frelsu fyri sál.

Niðurlag: Títt orð er ein viti, sum skyggir,
títt orð er eitt ljós, ið vísir leið.
Tað er títt orð, sum er kærleikans kelda her,
tað er títt orð.