Mánin

Orð: Brynleif Hansen
Lag: M.C. Restorff

1. Mánin, tú fornaldar likam so fegið,
kveitir til jarðar um heyggjar og skørð.
Friðin tú átti frá fyrndanna degi,
er ikki at finna um alvíðu jørð.
Tú kvirruni hýsir, við friði tú lýsir
til jarðar, har foldin er skelkað og ør.

2. Mánin, tá einglar um rúmdanna fjørð
stigu niður við boðunum: “Friður á jørð”,
tá hugdi tú bilsin at vakrastu sjón
og hoyrdi teir boða hirðunum vón.
Tú kundi ei fata Høvdingan mæta,
men lýsti bert fagur á dimmastu lón.

3. Høvdingi friðarins krossfestur hongur,
mánin í sorgbúna tungliga gongur.
“Fyrigev Faðir,” Friðfúrstin biður,
friðleysir skapningar rópa: “Kom niður!”
Í einum glotta sær mánin teir spotta;
fjøllini nøtra, men Faðirin tigur.

4. Mánin, so fagurt tú lýsti í tjúgundu øld
og sást, hvussu jørðin var friðleys og køld.
Tá knappliga tykjast øll eyga at bína
at jarðbúgvum tveimum, sum inn á teg trína.
“Vit bera tær frið, kæri máni, o, hoyr,
vit koma frá foldum, har hatrið ei doyr,
hygg hendan háborna friðarins kvøða
frá teimum, sum ræna og drepa og bløða.”

5. Fagrasti máni, tú mást ikki grína
at okkum tápum, halt áfram at skína.
Friðin hin forna vit rændu, men tó
send okkum kortini fjøru og flóð.
Ja, gloym okkum dagin – vit komu við dravi,
tá friðin vit brutu á Kvirrunnar havi.

6. Tú máni skal skína til ásetta tíð,
tá havnaði Friðfúrstin kemur í ský.
Tá missur tú skinið, tú smílir ei longur,
tú eldist sum klæði, tú hvørvur, forgongur.
Men Frelsari, Tú sum hjá monnum tók bú,
Tú verður í ævir konganna Kongur.

FavoriteLoadingGoym tekstin