Mannasálir djúpt í synd og glatan søkka

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: In My Fathers house
Viðmerking: Yrktur í 1995.

1. Mannasálir djúpt í synd og glatan søkka,
og forherðing heimsins veksur dag um dag;
lastir, synd og skomm til skýggja verða hevjað,
tostan roynir ein at sløkkja har, á, ja.

Niðurlag: Eg var tystur, og tit góvu Mær at drekka,
Eg var svangur, og tá góvu tit Mær mat!
Eg var fremmandur og sjúkur, einsamallur,
tit Meg vitjaðu, tá fongslaður Eg sat!

2. Bróður, systir, lít teg um, far út og virka,
allastaðir sært tú hesa døpru sjón:
Dýrabarar vilstar sálir liva lívið
uttan Guð og uttan frelsu, uttan vón!

3. Fjálga um og sløkk ei skarið, sum enn rýkur,
sig: Títt fall, tín synd er fyrigivin við!
Jesus strikað hevur tunga skuldarbrævið,
tú ert frí, o, sál, ja, far nú heim í frið!

4. Mangur Bartimeus enn við vegin situr,
rópandi um hjálp hann rættir sína hond!
Fylgja syndarinnar ger at blind mong sita
niðurbrotin, nívd í bæði sál og ond.

5. Hygg, við portur ríka mans í dag enn liggur
sjúki Lásarus og etur molar har,
uttan at tað røra man títt stongda hjarta,
tú, sum frískur mat og klæði hvønn dag fær!

6. Tyst til Sikars brunn ein syndarinna kemur
til at draga vatn, tá eingin hana sá!
Hetta vatnið kann ei sløkkja sálartostan,
enn í dag mong syndarinna sanna má!

7. Tey, sum útvald, boðin vóru, komu ikki!
Miss ei mótið, vinur, far tú bert avstað
út á stræti, vegamót og torg at bjóða
høltum, blindum, gloymdum inn, – tey koma glað!

8. Á, hvønn undurfullan boðskap tú kanst bera:
Her er balsam fyri særdu sál og ond;
her er frelsa, uppreisn, grøðing, fyrigeving
og frá Golgata ein ævig, útrætt hond!

9. Skulu sálir frelstar við Guðs Trúnu standa
vegna ávøkst trúgva trúargerning tíns?
Skalt tú hoyra tá: Kom higar, trúgvi vinur,
far tú inn til dýrd og gleði Faðirs Míns?