Mannasálir, hví tó ganga

Orð: Frederick W. Faber
Lag: Ludvig van Beethoven, Arthur Henry Brown
Týtt: Victor Danielsen

1. Mannasálir, hví tó ganga
á tí myrku, villu leið!
Hví tó flýggja frá tí náði,
sum enn bíðar, troyttast ei!

2. Eingin hirði er so mildur,
eingin faðir elskar so
sum hin Frelsari, ið talar
her til tykkum friðarboð.

3. Ríkari er Kristi náði,
enn títt hjarta fata kann;
tað er hvíla, tað er friður
við at líta bert á hann.

4. Frelsa full og endurloysing
er hans dýra blóði í,
loystur stendur nú hans flokkur,
vunnin gjøgnum hirðans stríð.

5. Trúgv nú barnsliga og lurta,
Harran tak á orðið nú!
Tá skalt tú ta vissu eiga,
at eitt Guds barn nú ert tú.

FavoriteLoadingGoym tekstin