Mannaverk og ráð lat fara

Týtt: Victor Danielsen

1. Mannaverk og ráð lat fara,
alt tað, sum er einki vert,
Gud forbjóði, at mín æra
ei er Kristi krossur bert!
Her mítt far væl bundið liggur:
Kristi krossur fyri meg;
um so alt forgongur, tryggur
við hans kross tó eri eg.

2. Her tann hjartafrið eg fái,
sum ei fanst í heiminum;
kærleiki og ómáld náði
lýsa út frá krossinum;
eina her eg vísur blívi,
og her endar egið stríð,
yvir deyða valdar lívið,
trongda sálin andar frí.

3. Kristi kærleiki nú fyllir
hetta virðileysa bróst,
andin friðleysur er stillur,
krossurin her gjørdi ljóst;
ikki mátast kann tín náði,
kærleik tín, hvør fatar hann!
Harri, meir í tær eg fái,
enn mítt hjarta bera kann!

4. Áh, lat eingi boð meg bera
uttan, Harri, bert um teg,
áh, lat hvørt mítt stig nú vera
eftir tínum vísdómsveg!
Lat so mannaverk alt fara,
alt tað, sum er einki vert,
Gud forbjóði, at mín æra
ei er Kristi krossur bert.

FavoriteLoadingGoym tekstin