Maran ata-rópið ljóðar

Orð: Ivar H. Bolsö
Týtt: Gudna Midjord

Maran ata-rópið ljóðar! Skjótt tað ljóðar síðstu ferð
og vár Brúðgóm tá vit síggja skýggjum í.
Og tær tíggju brúðarmoyggjar høvdu lampur við og fóru
út at møta Brúðgóminum um miðnáttstíð.

Niðurlag: :,:Vakir tú, tá Jesus kemur?:,:
Vakir tú, tá Jesus kemur skýggjum í?
Men tá Brúðgómurin drálaði, tær allar sovnaðu!
Vakir tú, tá Jesus kemur skýggjum í?

2. Men á náttartíð nú ljóðar rópið fyri síðstu ferð:
Vakna upp tí nú er Brúðgómurin nær!
Tá tóku tær sínar lampur, men bert fimm høvdu olju á,
hinar fimm í myrkri máttu standa tá!

3. Ert tú sovnaður mín vinur? O, so mást tú vakna nú
áðrenn Lúður ljóðar: Jesus kemur skjótt!
Fyll olju lampu á, so bjart hon lýsa má,
tí um stutta tíð skal hurðin verða læst!

:,: Skalt tú uttanfyri standa?:,:
Skalt tú uttan fyri dyrnar standa tá?
Hoyr, tá Jesus siga man: Eg kenni ikki teg!
Skalt tú uttanfyri dyrnar standa tá?

:,:Eg skal innanfyri vera,:,:
eg skal innanfyri dyrnar vera tá!
Og Jesus siga man: Vælkomin heim, Mítt barn!
Eg skal innanfyri dyrnar vera tá!