Maria, visti tú

Orð: Mark Lowry
Lag: Buddy Greene
Týtt: Heine Lutzen

Maria, visti tú, at títt dreingjabarn
á vatni fer at ganga.
Maria, visti tú, at títt dreingjabarn
kann børnum várum bjarga.
Visti tú, at títt dreingjabarn
júst kom at vísa veg?
At tað barn, ið tú her føddi,
vil endurføða teg!

Maria, visti tú, at títt dreingjabarn
ber frelsu Guds til jarðar.
Maria, visti tú at títt dreingjabarn
kann stilla stormar harðar.
Visti tú at títt dreingjabarn,
hvørs dýrd er einglum lík,
tá tú kyssir lítla barnið,
tú kyssir ásjón Guds.
Maria, visti tú?

Hin blindi sjón, hin deyvi hoyrn
hin deyði fær nýtt lív.
Hin lamni leyp, hin stummi sang
lovsyngur til Guds dýrd.

Maria, visti tú, at títt dreingjabarn
er skaparinnar Harri.
Maria, visti tú, at títt dreingjabarn
hvørs dagur dregur nærri.
Visti tú, at títt dreingjabarn
er himins offurgerð?
At tað lítla barn, tú fevnir
heimsins Harri er.
Hann Harri er!

FavoriteLoadingGoym tekstin