Marita

Poul F. JoensenHanus G. Johansen
Orð: Poul F. Joensen
Lag: Hanus G. Johansen

Marita hevði ein fríggjaraflokk,
hvønn skuldi av teimum hon taka?
Hvør ein segði: tú skalt njóta alt gott,
vilt tú hava meg til maka!
Hvønn morgun til Hanus hon tosaði blítt,
um dagin hon fjantast við Sørin,
um kvøldið við Tummas, og ofta og títt,
hon fær sær ein koss frá øðrum.

Sjalu varð Hanus, tá slíkt hann sá,
og Sørini leiddist at fríggja,
við Tummas sum bað um nei ella ja
hon segði: eg vil teg ei síggja.
Og hinir, teir hvurvu so við og við,
til eina hon gekk millum moyggja.
Ein dag sá hon brúður við brúðgóms lið:
tá legði hon seg til at doyggja.

FavoriteLoadingGoym tekstin