Mariuhønan so glað

Henning Hansen

Mariuhønan altíð glað,
hon búði á rabarbublað.
Mariuhanin kom so har,
og bønarorð nú hann upp bar.

Fyrst segði hon púrt: „Kortanei!“
men aðru ferð hon ønti ei,
og síðan segði hon: „Ja, ja ja!“
og var so fró og findarglað.

Ein prestafluga gifti tey
um fimm minuttir í hálvgum sjey.
So fóru tey á brúdleypsferð
í átta dagar á Flatasker.

Tey fingu tvey mariubørn,
sum høvdu bara eina gørn.
Tey mundu vera av hegraætt,
men tað er kortini ikki satt.