Martin og abbin

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Martin líkist ikki abba sínum,
men báðir eru fínir á hvønn sín hátt.
Ofta tú sært abban her í býnum,
Martin kemur sjáldan út um gátt.
Hann fer í bili sum tey mongu
í skúla so tungur mangan dag.
Abbin fer bríkslandi til gongu
til arbeiðis í góðum lag.

Martin situr uppi mangar nætur.
Í spølum livir seg í aðra verð.
Abbin spyr og gevur øllum gætur,
um lívið á sjónum og á landi her.
Martin sendir boð og kjattar tíðum,
á netinum hevur sín profil.
Abbin veit frá londum og frá býum,
og á gomlum hann hevur skil.

Martin í telefonini sær myndir,
í telduni hann nýggjan tónleik fær.
Abbin hoyrir illa og er blindur,
um veður og vind veit altíð svar.
Í FIFA sparkar Martin sum teir stóru,
í spølum hann djarvur fer í stríð.
Steypini, teir bestu eisini vóru
í abbasa fótbóltstíð.

Oftani vit hoyra Martin siga:
Gamlir menn teir hava onki lív!
Abbin kann heldur ikki tiga,
tá dreingir í dag spilla sína tíð.
Martin og abbin eru treiskir.
Veit nakar, hvat ið rættast er?
Hvør í sínum lagi báðir raskir
– liva í síni verð.

FavoriteLoadingGoym tekstin